Kommunustjórin í Runavík farin úr starvi

Kommunustjórin í Runavík farin úr starvi
Sæunn Lamhauge Nolsøe hevur verið kommunustjóri í Runavíkar kommunu síðan juni í 2024
Kommunustjórin er næsti ráðgevari hjá borgarstjóranum og býráðnum, og er samstundis ovasti leiðari fyri miðfyrisitingini í kommununi, undir borgarstjóranum.
 
03.09.2026 - 13:08

Kommunustjórin í Runavíkar kommunu er farin úr starvinum. Tað veit Kringvarpið.

Sæunn Lamhauge Nolsøe hevur verið kommunustjóri í Runavíkar kommunu síðan juni í 2024. Hon er fyrsti og einasti kommunustjórin, sum Runavíkar kommuna hevur havt. Men nú er hon ikki longur á starvsfólkayvirlitinum hjá kommununi.

Kommunustjórin er næsti ráðgevari hjá borgarstjóranum og býráðnum, og er samstundis ovasti leiðari fyri miðfyrisitingini í kommununi, undir borgarstjóranum.

Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ávíkavist Torbirni Jacobsen, borgarstjóra, og Sæunn Lamhauge Nolsøe, fyrrverandi kommunustjóra í Runavík, men tey hava onga viðmerking til málið.

Borgarstjórin hevur heldur onga viðmerking til, um ella nær lýst verður eftir einum nýggjum kommunustjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329