- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnurnar fegnast um endurgjald og fyrigeving

Tað sigur Ida Auken, danski heilsu- og kirkjumálaráðharrin, sum er í Grønlandi og hevur hitt fleiri av kvinnunum í snyrilsmálinum.
– Eg havi hoyrt søgur um pínu, um ikki at kunna fáa børn og um skomm, sum kvinnurnar hava borið við sær eitt heilt lív, sigur Ida Auken.
Hon sigur, at hennara fatan er, at kvinnurnar eru fegnar um loysnina, sum er funnin. Danmark hevur biðið um fyrigeving, og kvinnurnar kunnu fáa 300.000 krónur í endurgjaldi.
– Pengar kunnu ikki taka pínuna frá teimum. Men kvinnurnar hava sagt við meg, at tað hevur stóran týdning, at tær nú verða sæddar og viðurkendar, og at Danmark tekur ábyrgdina á seg, sigur hon.
Sambært Idu Auken ber ikki til at seta punktum fyri søguna, hóast endurgjald verður latið.
– Tað er gott, at Danmark kann viðurkenna myrku kapitlini í síni søgu, og taka ábyrgd fyri teimum, sigur hon.
Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Idu Auken í Nuuk:
























