- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dálkaðar matvørur
Dálkaðar matvørur
Uppskot er gjørt um nýggja kunngerð um markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum

Dálkandi evni, so sum heilvágsleivdir, eiga ikki at vera í mati.
11.09.2026 - 06:46
Uppskot er gjørt um nýggja kunngerð um markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum.
Hon skal koma í staðin fyri galdandi kunngerð, sum er frá 2009.
Kjarnin í uppskotinum um nýggja kunngerð er tann sami sum í kunngerðini, sum nú er.
Ein broyting er tó.
Galdandi kunngerð er um matvørur til útflutnings.
Nú verður kunngerðin um alla matvøruframleiðslu.
Hon skal halda markvirðini hjá ES.
Revsing
Í nýggju kunngerðini er nevnt, hvat harðasta revsing kann latast fyri.
Tann revsingin kann vera fongsul í upp í tvey ár.
Og uppskot er eisini gjørt um at áseta markvirði fyri heilivágsleivdir í matvørum, gjørdar úr djórum.
Eisini har eru markvirðini hjá ES galdandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























