Verjumálaráðharrin: Taka hendingina í størsta álvara

Verjumálaráðharrin: Taka hendingina í størsta álvara
Russisk rakett skeyt neyðbluss eftir tyrlu hjá donsku verjuni
Jeppe Bruus, verjumálaráðharri.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2026 - 07:53

- Talan er um eina álvarsliga hending, sum vit taka í størsta álvara.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, um neyðblussini, sum vórðu send av einari russiskari fregatt eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni.

- Hetta er, so vítt eg veit, fyrstu ferð, vit síggja eina slíka hending, og hetta vísir, at russar eru farnir at hætta sær alt meira, sigur ráðharrin við danska TV2. 

 

Sendiharrin boðsendur

Russiski sendiharrin er eftir hendingina kallaður inn til samrøðu, sigur verjumálaráðharrin sambært Ritzau tíðindastovuni.

Tað var í gjár, at skotið varð við sokallaðum neyðblussum eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni við Gedser.

Neyðbluss eru eitt slag av pyroteknikki ella skreyteldagerð, sum verður nýtt, tá skip eru í neyð.

Russiska fregattin skeyt tvey neyðbluss eftir tyrluni, og annað fór tætt fram við henni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688