Telja nú "mikudagsatkvøður" í Svøríki

Telja nú "mikudagsatkvøður" í Svøríki
Endaliga úrslitið av ríkisdagsvalinum sunnudagin verður neyvan greitt fyrr enn í morgin
Ingrid Frykmo er ein teirra, sum telja "mikudagsatkvøður" í býráðshúsinum í Stokkhólmi í dag.
Mynd: TV4 Svøríki  
 
16.09.2026 - 14:44

Í morgun komu fyrstu úrslitini frá uppteljingini av so nevndu "mikudagsatkvøðunum" - tað eru brævatkvøður og brævatkvøður úti úr heimi, sum eru komnar seint.

Hesar atkvøðurnar verða taldar upp í 314 sonevndum savningarøkjum, og fyrsta av hesum økjunum kom við fyribils úrsliti tíðliga í morgun. Valið til ríkisdagin var sunnudagin.

Sambært svenska valmyndugleikanum er talan um slakar 300.000 atkvøður tilsamans. 

Bara tríggir tingsessir eru í løtuni á muni millum politisku veingirnar - tað eru 34.000 atkvøður.

Sambært fyribilsúrslitinum hevur reyð-grøna andstøðan 176 sessir í nývalda Ríkisdegnum og Tidø-samgongan - blá-guli vongurin - hevur 173 sessir.

 

Óvanliga nógvar "mikudagsatkvøður"

Í ár eru fleiri "mikudagsatkvøður" enn onnur ár. Tær eru slakar 300.000 hesa ferð.

- Tað er óvanliga nógvar atkvøður, sigur Ingrid Frykmo, sum er ein teirra, ið telur atkvøður í býráðshúsinum í Stokkhólmi.

Fleiri svenskir greinarar, millum annað støddfrøðingar, hava sagt við svenska TV4 og aðrar miðlar, at atkvøðurnar, sum skulu teljast upp í dag, mugu víkja munandi frá samlaðu atkvøðunum, fyri at ávirka býtið av sessum millum reyð-grøna og blá-gula vongin. 

Men av tí at reyðgrøni meirilutin er so tepur og "mikudagsatkvøðurnar" søguliga hava ávirkað valúrslitið nógv, fylgja politikkarar og journalistar í Svøríki neyvt við uppteljingini.

Enn er ikki greitt, um uppteljingin verður liðug í dag, og valmyndugleikin hevur ávarað um, at hon ikki verður liðug fyrr enn í morgin, og tað væntar Ingrid Frykmo eisini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302