Næstan helvtin av norskum foreldrum velja longri barsil

Næstan helvtin av norskum foreldrum velja longri barsil
Síðani norska barsilskipanin varð broytt í 2024, eru fleiri foreldur farin at velja longri barsil, við 80 prosentum í lønarútgjaldið yvir longri tíðarskeið
Pinkubarn
Mynd: Savnsmynd  
 
18.09.2026 - 14:00

Síðani norska stjórnin broytti barsilsskipanina í 2024, er parturin av foreldrum, sum velja longri barsil við 80 prosentum í lønardekningi, vaksin við umleið 30 prosentstigum.

– Vit hava gjørt foreldrapengaskipanina meira smidliga, so færri foreldur hava tørv á at taka barsil uttan løn. Úrslitið vísir, at hetta var ein broyting, sum nógv foreldur ynsktu, sigur norski barna- og familjumálaráðharrin, Lene Vågslid.

Frá 1. juli 2024 fingu foreldur, sum velja 80 prosent foreldrapening, 11 dagar longri barsil. Broytingin hevur við sær, at samlaða virðið av skipanini í praksis er tað sama sum við 100 prosentum í lønardekningi.

Sambært Vågslid hevði munurin, sum áður var millum tær báðar barsilsskipanirnar, við sær, at nógv foreldur tóku barsil uttan løn og harvið vóru í vanda fyri at missa týdningarmikil rættindi sum løntakarar.

Fyrra hálvár í 2026 valdu 48 prosent av foreldrunum 80 prosent í lønardekningi. Sama tíðarskeið í 2025 vóru tað 38 prosent.

Sambært norska arbeiðs- og vælferðarstovninum NAV eru 9,4 prosent fleiri, ið fingu foreldrapening fyrra hálvár í 2026 samanborið við 2025. Samanborið við 2017 er talan um ein vøkstur upp á 14,6 prosent. Vøksturin síðani 2017 stavar í høvuðsheitum frá, at fleiri pápar enn áður fáa foreldrapening.

Vågslid sigur, at norska stjórnin arbeiðir fyri at tryggja familjubúskapin, og hon fegnast eisini um, at fleiri pápar nýta rættindi síni sum foreldur.


Kelda: Norska Barna- og familjumálaráðið, 16. september 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311