- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meloni ætlar at banna burka og niqab

Burka og niqab skulu bannast í skúlum í Italia, og mark skal setast fyri, hvussu nógvir útlendskir næmingar kunnu ganga í hvørjum flokki.
Tað er høvuðsboðskapurin í nýggjum pakka við tiltøkum, sum italski forsætisráðharrin, Georgia Meloni, í næstum fer at leggja fyri stjórnina.
- Italsk børn mugu ikki kenna seg sum minniluti í einum skúlaflokki, sigur Meloni sambært Politico.
Meloni sigur, at talan er ikki longur um integratión, um næmingar, sum ikki skilja málið, sum undirvíst verður á, eru stórur partur ella enntá meiriluti í einum flokki.
Umsorganartrot
- So er hetta ikki longur integratión. Tað er umsorganartrot, staðfesti Meloni á politiska festivalinum Fenix í Rom, sum ungdómsfelagsskapurin hjá nationalkonservativa flokkinum hjá henni, Italsku brøðurnir, skipaði fyri um vikuskiftið.
Umleið 930.000 næmingar, sum ikki hava italskan ríkisborgararætt, ganga í skúla í landinum.
Tað svarar til sløk 11,6 prosent av øllum skúlanæmingum, vísa tøl frá granskingarstovninum Fondazione ISMU sambært Politico.
Meloni nevndi ikki, hvar markið skal vera, ella hvussu hetta ítøkiliga skal setast í verk.
Integratión er eitt av høvuðsevnunum í Italia til tjóðartingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 22. desember næsta ár.























