ES-uttanríkisleiðarin: Valið í Russlandi var bluff

ES-uttanríkisleiðarin: Valið í Russlandi var bluff
Kaja Kallas mælir til at seta revsitiltøk í verk ímóti teimum, sum hjálptu til at skipa fyri valinum í hersettu økjunum í Ukraina
Á vali í Russlandi. Ein løgreglurmaður fylgir við, at alt fer rætt fram.
Mynd: Ramil Sitdikov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.09.2026 - 12:56

Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, sigur, at tjóðartingsvalið í Russlandi var eitt fólkaræðisligt bluff. 

Hon mælir til eisini at seta revsitiltøk í verk ímóti teimum, sum hjálptu til at skipa fyri valinum í hersettu økjunum í Ukraina.

Flokkurin hjá Vladimir Putin, forseta, Sameint Russland, vann greiðan meiriluta á eini súmbolskari andstøðu, har eingin flokkur, sum bjóðar krígnum hjá Russlandi í Ukraina av, slapp at stilla upp.

- Sonevnda Dumu-valið staðfesti enn eitt stórt afturstig fyri russiska fólkaræðið. Tað var ongantíð ivi um úrslitið, skrivar Kallas á X.

- Kreml køvdi ósemjuna, bannaði einasta skrásetta flokkin, sum var ímóti krígnum í Ukraina, og útihýsti altjóða valeygleiðarar, vísir Kaja Kallas á.

Kallas skrivar á X, at hon hevur "lagt uppskot um tiltøk móti teimum, sum løgdu til rættis falska valið í hersettu ukrainsku økjunum".

ES hevur longu sett revsitiltøk í verk móti umleið 3.000 embætisfólkum og eindum í sambandi við kríggið í Ukraina, millum annað móti Putin, forseta.

Nú, ið so at siga allar atkvøður eru taldar, er Sameint Russland vinnari við 57,83 prosentum av atkvøðunum.

Tað boðar høvuðsvalnevndin frá, nú meira enn 95 prosent av atkvøðunum eru tald.

 


Kaja Kallas er uttanríkisleiðari í ES. (Mynd: Jouni Porsanger/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fær 355 sessir

Tað er framgongd samanborið við valið í 2021, tá ið flokkurin fekk 49,8 prosent av atkvøðunum. 

Sambært valnevndini, fær flokkurin 355 av 450 sessum í Dumuni.

Duman er russiska lóggávuráðið, - og duma merkir ráð á russiskum.

Putin hevur enn ikki alment viðmerkt valúrslitið. 

Undan og undir valinum segði hann greitt, at valúrslitið skal tulkast soleiðis, at hetta er ein fólkaatkvøða um kríggið, og at valið fer at vísa, at russiska fólkið fult og heilt stuðlar virðunum hjá herinum og landinum. Og at Kreml væntandi fer at tulka stóra valsigurin sum heimild og prógv fyri, at fólkið framvegis stuðlar krígnum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302