Venesuela takkar nú USA

Venesuela takkar nú USA
Virkandi forsetin sigur, at landið er nú farið undir demokratiska tilgongd
Delcy Rodriguez, virkandi forseti í Venesuela, helt røðu á ST-aðalfundinum í gjár.
Mynd: Eduardo Munoz/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2026 - 09:36

Virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodriguez, takkar USA og sigur við aðalfundin hjá ST, at land hennara nú er farið undir demokratiska tilgongd.

Rodriguez segði á ST-aðalfundinum í gjár, at Venesuela er farið undir demokratiska tilgongd, sum verður skipað løgfrøðiliga. 

Landsins stovnar verða klárir, segði hon og legði afturat, at hon samskiftir eisini við andstøðuna um hetta.

Framman fyri heimsins leiðarum lovaði hon fræls val og segði fara at tryggja, at allar politiskar kreftir eru við. 

Hon lovaði eisini at leiða landið úr óvissu til fult fólkaræði.

- Landsins stovnar verða klárir, segði hon.

 

Takkaði Trump

Í røðuni takkaði hon amerikanska forsetanum, Donald Trump, fyri, at diplomatisku viðurskiftini millum londini eru komin aftur í rættlag, og hon segði, at orkuavtalan, sum er undirskrivað við USA, fer at hjálpa til at endurreisa orkujavnvágina í heiminum.

Fyrst í januar fóru amerikanskar serdeildir inn í Venesuela, handtóku Nicolas Maduro, forsetan í landinum, og burturfluttu hann til New York, har hann framvegis situr í varðhaldi. 

Delcy Rodriguez var tá varaforseti í landinum, og hon hevur verið virkandi forseti síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541