Terapeuturin bjóðaði sær sjálvari av

Terapeuturin bjóðaði sær sjálvari av
- Eg lærdi mest av tí, sum eg stúrdi fyri: At ganga Camino einsamøll, sigur Eyðgerð Sverradóttir, sum eggjar fólki at fara úr tryggu rammunum viðhvørt
 
24.09.2026 - 08:58

Hvat skal eg gera, um eg villist? Fari eg at klára at ganga 30 kilometrar um dagin? Hvussu verður tað, at sita púra einsamøll á eini matstovu?

Hesir spurningarnir fyltu fyrr í ár nógv í høvdinum hjá Eyðgerð Sverradóttir úr Havn. 

Eyðgerð Sverradóttir hevði sett sær fyri, at hon vildi gera nakað, hon altíð hevði droymt um, men ongantíð veruliga hevði torað. Hon vildi ganga kendu Camino-rutuna uttan at hava nakran annan við sær. Hon skuldi ganga púra einsamøll.

- Á nýggjárinum gjørdi eg avtalu við meg sjálva, at eg vildi gera meira av tí, sum ger meg bangna. So um eg veruliga vildi okkurt, men ótti og stúranir kundu halda mær aftur, so skuldi eg kortini gera tað, fortelur Eyðgerð Sverradóttir. Sjálv er hon útbúgvin námsfrøðingur og terapeutur í dialektiskari og kognitivari atferðarterapi og hjálpir dagliga fólki við millum annað at stúra minni og handfara ótta á rættan hátt.

- Fyrst og fremst var eg bangin at fara einsamøll, tí eg havi ongantíð ferðast einsamøll áður. So áðrenn ferðina stúrdi eg nógv fyri, hvussu alt fór at spæla av, nú eg ikki hevði nakran annan persón við mær, sigur Eyðgerð Sverradóttir, sum tó valdi at fara kendu gonguferðina í Spania.

- Tað var viljin til at gera nakað, sum eg var bangin fyri, ið fekk meg at fara. Eg vildi royna okkurt nýtt og spennandi og bjóða mær sjálvari av, fortelur Eyðgerð Sverradóttir.

Gongurferðin vardi í útvið 14 dagar, og Eyðgerð Sverradóttir kom í øllum góðum á mál.

- Alt gekk væl, og túrurin bleiv ein stór uppliving. Eg lærdi nógv um meg sjálva. Eg megni at gera tað, eg seti mær fyri, og so havi eg fingið betri sjálvsálit, sigur Eyðgerð Sverradóttir, sum kann taka hesar royndirnar við sær, tá avbjóðingar stinga seg upp í framtíðini:

- Eg megnaði hasa avbjóðingina, sum eg annars stúrdi fyri, so hví skal eg ikki megna okkurt annað, sigur Eyðgerð Sverradóttir.

 

Hoyr alla samrøðuna við Eyðgerð Sverradóttir, tá hon var í heilsuhorninum og tosaði um hvussu stúranir og ótti kunnu forða okkum í at liva tað lívið, vit innast inni vilja liva.

 

 

 

 

a

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028