Tvørtræ og stong í parti við hepnum føroyingum í Chisinau

Tvørtræ og stong í parti við hepnum føroyingum í Chisinau
Viljormur Davidsen legði Føroyar framum við sínum sjeynda landsliðsmáli, men eftir steðgin vóru bæði tvørtræ og stong í parti við teimum hvítu, sum fingu eitt heppi stig
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
29.09.2026 - 20:45

Føroyska manslandsliðið hevur ongantíð fingið lætt spæl í Chisinau.

Fyri triðju ferð endaði útidystur ímóti Moldova við 1-1 javnleiki, og hesa ferð eiga føroyingarnir at takka tvørtræi, stong og kanska hægri valdi fyri, at tað eydnaðist at sleppa av Zimbru Stadion við einum stigi í viðførinum.

 - Eitt vónbrot, men vit hava hepnið við okkum til endans. Teir leggja øgiligt trýst á okkum, og hava nakrar stórar kjansir, segði Viljormur Davidsen við Kringvarpið eftir dystin.

 

Fyri sættu ferð av blettinum

Liðskiparin, sum spældi sín 95. landsdyst, hevði sjálvur lagt Føroyar á odda við sínum sætta brotssparksmáli, eftir at Géza Dávid Turi varð sparkaður niður.

Samuel Chukwudi og Andrias Edmundsson vóru nær við at økja tíðliga í seinna hálvleiki, men so tóku moldavar við innskiftas Sergiu Percuin á odda fullkomuliga yvir. Fyrst sendi hann eitt framúr fríspark í handara málhorn úr spískum vinkli, og síðan rakti hann bæði tvørtræ og stong.

 - Teir høvdu handan níggjaran, sum skeyt nøkur skot. Tú kanst næstan einki gera við hasi, segði Géza Dávid Turi, sum fór av vølli bæði sparkaður, skallaður og við einum stórum bláum eyga.

Hesa løtuna bendi alt á, at Moldova fór at vinna dystin, og føroyingarnir fingu ikki gjørt stórvegis annað enn at klóra bóltarnar so langt burtur sum gjørligt.

 - Tá vit byrja í seinna hálvleiki, haldi eg, at vit hava støðurnar at "killa" teir við einum máli, men so koma teir meir og meir, og vit fáa ikki ordiliga spælt okkum burturúr, vit fáa ikki ordiliga álopsstøðurnar, segði Eyðun Klakstein.

 

Undir miðal higartil

Tað eydnaðist kortini at binda um við treiskum verjuinnsatsi, og tí hava Føroyar tvey stig eftir tveir teir fyrstu dystirnar í Nations League. 

Effektiviteturin manglaði ímóti Kasakstan á Tórsvølli, har føroyingarnir lótu mál ígjøgnum upp á horna, og ikki tóku kjansirnar eftir steðgin, og í Chisinau kundu moldavar saktans havt skorað bæði eitt og tvey afturat.

Nógv umrøddi Aron Benjaminsen fekk sínar fyrstu minuttir, meðan Mattias Hellisdal fekk sín veruliga elddóp eftir løtuna ímóti kasakum leygardagin. Tað er jaligt í sær sjálvum; verri er, at føroyska spælið higartil ikki hevur sitið, sum tað kann og helst skal, enn.

Í løtum riggaði væl ímóti Kasakstan, men ov ofta slapp útiliðið at diktera. Soleiðis var í nógv størri mun ímillum íbúðarblokkarnar í Chisinau.

Krevjast kann neyvan, at Føroyar skulu stýra dystinum ímóti Slovakia, men verjuspælið má sita, og álopsvápnini hvessast, um fótbóltsmenninir skulu endurtaka ársgomlu brøgdini á Tórsvølli fríggjakvøldið.

 

Zimbru Stadion, Chisinau (Nations League, 2. umfar)

Moldova - Føroyar, 1-1 (0-1)

0-1 Viljormur Davidsen, 26 min.
1-1 Sergiu Percuin, 66 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938