- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSÍ eitt stig frá fyrsta meistaraheitinum síðan 2007

NSÍ mátti bíða leingi í regninum og vindinum í Runavík, men innskifti Aron Knudsen tryggjaði teimum gulu sigurin við einasta málinum í dystinum ímóti 07 Vestur.
Hann kom á vøllin í 78. minutti, og fimm minuttir seinni setti hann eitt innlegg frá beiggjanum Peturi Knudsen í netið við handaru stong, og so var stórfagnaður við Løkin.
Góðar 10 minuttir seinni gjørdist fagnaðurin uppaftur størri. Ikki bara tí tað eydnaðist at halda fast í leiðsluni, men serliga tí tað eydnaðist B68 at vinna á KÍ í Klaksvík, har Sebastian Lau Nielsen skoraði við brotssparki tíðliga í dystinum.
Úrslitið merkir, at seks stig eru ímillum NSÍ á fyrsta plássi, og KÍ, sum hevur elt runavíkingarnar í longri tíð, nú bert tveir dystir eru eftir at spæla. Fær NSÍ eitt stig ella missir KÍ seinastu tveir dystirnar, vinnur NSÍ sítt fyrsta FM síðan 2007.
Alt framvegis opið
Við sigrinum útvegaði B68 sær eina lívlínu í botninum, men tveir sigrar krevjast síðstu tveir dystirnar ímóti ávíkavist 07 Vestur og NSÍ um plássið í Meistaradeildini skal bjargast.
Torførari er at spáa um hin niðurflytarin, tí sum støðan er í løtuni skilja bert seks stig EB/Streym á sætta plássi og B68 á 10. plássi, og fleiri innanhýsis dystir eru millum niðastu fimm liðini.
HB vann á EB/Streymi við Margáir, meðan B36 bert fekk javnleiki á heimavølli ímóti Skála, og tí sær HB út til fara avstað við evropaplássinum saman við NSÍ, KÍ og Víkingi.




























