- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin vil hava toppfund við USA og Kina um Ukraina

Russiski forsetin, Vladimir Putin, mælir til toppfund við starvsbrøður sínar í USA og Kina í næsta mánaði, har samráðingar verða um at enda kríggið í Ukraina, skrivar Wall Street Journal.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur einki pláss á fundinum, sum Vladimir Putin skjýtur upp at hava, skrivar blaðið, sum hevur tíðindini frá einum fyrrverandi russiskum fregnartænastumanni.
Endamálið við ætlaða fundinum er at enda næstan fimm ára langa kríggið á ein hátt, sum er Russlandi til fyrimuns.
Russland leyp á grannan í februar 2022.
Tosaðu eisini um diesel
Keldan sigur, at Putin kom við uppskotinum í telefonsamrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri sløkum tveimum vikum síðani.
Tað var sama prátið, sum eisini endaði við umstríddu avtaluni hjá Trump við Putin um at keypa russiskt diesel.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, váttar, at samrøður eru um ein møguligan fund.
- Í løtuni er eingin greið fatan av sjálvum fundinum ella møguligari dagsskrá, men allir tríggir partar eru samdir um hypotetiska møguleikan fyri einum slíkum fundi, sigur Peskov við Wall Street Journal.
Eitt amerikanskt embætisfólk sigur, at Trump ikki hevur játtað at koma á slíkan toppfund.
Umframt Trump, fer Putin eisini at bjóða kinesiska forsetanum, Xi Jinping, við á ætlaða fundin.



























