Kunnu seta serlæknar, hóast eingin játtan er til serlæknapulju

Kunnu seta serlæknar, hóast eingin játtan er til serlæknapulju
Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur, at tøkar normeringar eru til serlæknar, men í staðin verða konsulentar brúktir
Peningur, sum verður brúktur til konsulentar og uttanlandsviðgerð, eigur at vera brúktur til at fáa serlæknar í fast starv, stendur í menningartætlanini fyri sjúkrahúsverkið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2026 - 09:51

Tað ber til at seta serlæknar, hóast eingin serlæknapulja er i fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum fyri 2027.

Tað kann gerast, har tøk normering er og sambært tilmæli í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið frá 2016.

Tað tilmælið sigur, at peningur, sum verður brúktur til konsulentar og uttanlandsviðgerð, eigur at vera brúktur til at fáa serlæknar í fast starv.

Í dag eru tøkar normeringar, sum fastsettir serlæknar kunnu fáa. Men í staðin verða brúktir konsulentar. 

 

Dýrari enn serlæknar

Menningarætlaninin sigur, at konsulentar eru nógv dýrari enn serlæknar. Og verri fyri sjúklingin.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, i svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.

Menningarætlanin mælti til at játta fimm milliónir krónur um árið til serlæknar árini 2017 til og 2020.

Men løgtingið hevur eisini latið fimm milliónir um árið árini 2021 til 2026.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er neyðugt at økja verandi normering frá fýra til seks serlæknar fyri at tryggja neyðugu manningina.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961