- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sanatoriið í Hoydølum karmur um festival fyri tónlistaligar marginalar

Í 2023 og 2024 var ein alternativur tónleikafestivalur í Tórshavn, ið æt Skrapt.
Ravlitt DARR tekur arvin frá Skrapt víðari og fer heilt út í marginalarnar tann 13. og 14. november 2026, tá eksperimenterandi og elektroniskur tónleikur og ljóðlist vera í fokus.
Konsertir vera hesi kvøldini í Sanatoriinum í Hoydølum, har Joan Sørensen úr Grønu Matveitingini og Poul Andrias Ziska frá Paz í løtuni eru í holt við at flyta inn í køkin á grundhæddini við teirra nýggja átaki, sum eitur 'Matvitin'.
Hetta vikuskiftið verður latið upp fyri køkinum, meðan Ravlitt DARR sleppur at sláa seg leyst í hølunum.
Í dagtímunum verður skipað fyri tveimum fakligum tiltøkum í Gentukostdeildini í Hoydølum.
- Verkstova í field recordings (útiupptøkum) fyri nýbyrjarar.
- Práti/kjaki um kynsdynamikkin í tónleikaumhvørvinum við tøkniligari verkstovu í ljóði/óljóði.
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
15 nøvn kunngjørd
Higartil eru 15 nøvn kunngjørd, sum øll hava tað í felag, at tey arbeiða eksperimenterandi.
Úr Føroyum:
- Silvurdrongur
- Anna Katrin Egilstrøð
- Heðin Ziska Davidsen
- Supervisjón
- HÚS
- Hannsjálvur
- Vavað
- James Blames
- Awl
- Nygatoria
- Strident
Úr Íslandi:
Úr Svøríki:
Úr Tunesia/Danmark:
Fyriskipararnir boða frá, at fleiri nøvn fara at koma á skránna.
Eggja til nýskapan
Yvirskipaða og langsiktaða endamálið við Ravlitt DARR er:
- at styrkja føroysku tónleikavinnuna við at menna kreativar og tvørlistaligar tilgongdir,
- at seta á stovn eitt langtíðar átak fyri javnstøðu og talentmenning í útjaðaranum av føroyska tónleikalívinum,
- og at lata upp fyri eggjandi møguleikum í ljóðlist, eksperimenterandi tónleiki og ljóðtøkni í einum felagsskapi, sum tekur støði í FLINTA* umboðan.
Tað ber til at fylgja og fylgja við Ravlitt DARR á sosialu miðlunum:




























