- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanskur ríkisborgari latin leysur í Russlandi

Amerikanski ríkisborgarin Stephen Hubbard, sum hevur sitið fangi í Russlandi í fleiri ár, er latin leysur, skriva fleiri russiskir miðlar.
Stephen Hubbard, sum er pensjóneraður lærari úr statinum Michigan, hevur verið hildin aftur í Russlandi í fýra ár.
Russiskar deildir í Ukraina tóku hann til fanga og løgdu hann undir at stríðast fyri Ukraina sum leguhermaður. Hetta hevur familja hansara víst aftur.
Sambært CNN hevur Hubbard starvast sum lærari í enskum í áratíggju, og í 2014 flutti hann til eysturukrainska býin Izjum. Russiskar deildir hersettu býin í 2022.
Steven Witkoff og Vladimir Putin. (Mynd: Kristina Solovyova/Reuters/Ritzau Scanpix)
Avtalan um, at Stephen Hubbard skal latast leysur, er komin í lag í sambandi við, at serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, er í Sankta Pætursborg, har hann hevur hitt Vladimir Putin, forseta.
Í gjár var Witkoff í Oslo, har hann hitti ukrainska forsetan, Zelenskyj.



























