- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja Etiska ráðið farið til verka

Nýggja Etiska ráðið, sum tók við 1. oktober, er farið til verka við Katrini Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, sum forkvinnu.
Í dag heilsaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, upp á nýggja ráðið.
Uppgávan hjá Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum, og at gera bæði myndugleikar og borgarar betur før fyri, at taka støðu í etiskum spurningum.
Eygleiða gongdina
Ráðið skal eisini eygleiða gongdina í samfelagnum, og av egnum ávum taka almennar og prinsipiellar etiskar spurningar upp, um millum annað gransking í og nýtslu av biotøkni og ílegutøkni.
Í Etiska ráðnum eru Katrin Kallsberg, forkvinna, Vár Honnudóttir, Arni Zachariassen, Súsanna Skaale, Sissal Jørgensen, Regin Berg, Jógvan Páll Fjallsbak, Hanus á Gørðum og Jóngerð Guttesen.

























