- Tíðindi, mentan og ítróttur
Djóralækni: Eiga at fáa løggilt sláturvirki
Djóralækni: Eiga at fáa løggilt sláturvirki
Elspa Petersen stúrir ikki fyri, at vit missa førleikan at fletta og handfara seyð, um vit fáa eitt sláturvirki í staðin

í Føroyum ber til at selja heimaflett seyðakjøt beinleiðis til brúkarar, handlar og matstovur. (Savnsmynd)
23.10.2026 - 17:00
Føroyar eiga at fáa eitt løggilt sláturvirki, og betri skil má fáast á skrásetingini av seyði, sum verður flettur.
Tað heldur Elspa Petersen, embætisdjóralækni á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Hon er við á norðurlendsku ráðstevnuni InterNorden 2026, sum í hesum døgum er í Føroyum.
Í Føroyum ber til at selja heimaflett seyðakjøt beinleiðis til brúkarar, handlar og matstovur.
Elsa Petersen.
Elspa Petersen stúrir ikki fyri, at vit missa førleikan at fletta og handfara seyð, um vit fáa eitt sláturvirki í staðin.
Hon heldur, at meira kemur til høldar á einum sláturvirki enn nú.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23102026_Slaturvirki
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























