- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri Føroyar snýr tað seg um handil - fyri Kina helst um meira enn tað

Síðani í fjør hava Føroyar og Kina í tveimum førum undirskrivað semjuskjøl, sum skulu styrkja handilssambandið millum londini.
Í fjør undirskrivaði táverandi landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Steenberg, ein heilsufrøðiligan sáttmála við Kina.
Og fyrr í vikuni undirskrivaði Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eitt semjuskjal um at arbeiða fram ímóti einum fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina.
Føroyska vinnan fegnast um gongdina.
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at ein fríhandilsavtala við Kina hevði havt sera stóran týdning fyri føroyska vinnu.
Símun Petur Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrosti, tekur undir við hesum og vísir á týdningin, sum kinesiski marknaðurin hevur fyri fyritøkuna.
Men hóast samstarvið fyri Føroyar fyrst og fremst snýr seg um handil og marknaðaratgongd, kunnu onnur áhugamál eisini liggja aftanfyri hjá Kina.
Tað heldur Jens Christian Svabo Justinussen, sum er ph.d. í samfelagsfrøði. Hann vísir á, at kinesiski áhugin fyri Føroyum helst eisini hevur stórpolitiskar orsøkir.
Niels Winther heldur tó ikki, at hetta eigur at fáa Føroyar at halda seg aftur við vinnuligum samstarvi við Kina.
Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum:




























