- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlitsskipanir sviku av teldubreki

Orsøkin til álvarsligu tokvanlukkuna í Spania í morgun, var, at eftirlitsskipanir sviku orsakað av teldubreki.
Tí varð tokferðslan steðgað, og síðani tikin uppaftur, hóast hon ikki átti at verðið tað.
Tað segði spanski flutningsmálaráðharrin, Óscar Puente, á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Tá tokferðslan byrjaði aftur klokkan seks minuttir yvir hálvgum níggju, rendu tey bæði skjóttkoyrandi tokini saman.
Oscar Puente segði, sambært spanska miðlinum, El País, at annað tokið, sum rendi á hitt tokið aftanífrá, koyrdi 200 kilometrar um tíman.
Vænta at talið a deyðum fer at vaksa
Nøkur og seksti fólk lótu lív, tá tokini stoyttu saman á leiðini millum Madrid og Andalusia.
Myndugleikarnir rokna við, at talið á deyðum fer at vaksa.
Á tíðindafundinum segði Óscar Puente, at spanska jarnbreytin er trygg og álítandi.
- Hon hevur ávísar avmarkingar, eins og allar aðrar flutningsskipanir, legði spanski flutningsmálaráðharrin afturat.
Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, fer í dag til býin, Urda, sum er nærhendis staðnum, har vanlukkan hendi, at sýna samkenslu, skrivar Reuters tíðindastovan.


























