- Tíðindi, mentan og ítróttur
Evropisk lond lata olju úr neyðgoymslunum
Evropisk lond lata olju úr neyðgoymslunum
Tey 12 londini eru millum annað Frakland, Týskland og Italia

12 lond í Evropa lovaðu í gjár at lata tilsamans 42,6 milliónir tunnur av olju úr neyðgoymslunum.
Mynd: Shutterstock.com
30.10.2026 - 08:11
12 lond í Evropa lovaðu í gjár at lata tilsamans 42,6 milliónir tunnur av olju úr neyðgoymslunum fyri nýggjár, fyri at minka um stúranina fyri alheims orkuveitingini.
- Umleið helmingurin av hesum verður diesel, segði orkukommisserurin í ES, Dan Jørgensen.
Tey tólv londini eru millum annað Frakland, Týskland og Italia.
Fráboðanin kemur nakrar vikur eftir, at G7-londini søgdu, at tey fóru at lata 100 milliónir tunnur av diesel og ráolju, eftir at Donald Trump, forseti, hótti við at banna útflutningi av diesel.
Altjóða orkustovnurin, IEA, heitti á limalondini um at lata meiri olju úr eykagoymslunum, nú veturin stendur fyri durum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























