Rúni og Miriam avgjørdu í liðgýsara ímóti Íslandi

Rúni og Miriam avgjørdu í liðgýsara ímóti Íslandi
Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu 2-1 á íslendskum pari í blandaðum tvímansleiki, og so vunnu Føroyar 3-2 á Íslandi og fóru avstað við fyrsta plássinum í bólkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2026 - 13:06

Rúni Øster og Miriam í Grótinum avgjørdu liðdystin ímóti Íslandi, sum tryggjaði Føroyum bólkasigurin í Small States-kappingini í Havn.

Tey bæði vunnu 2-1 á Kristofer Darri Finnsson og Unu Hrund Ørvar, og so endaði liðdysturin ímóti grannunum 3-2 til heimaliðið.

Dysturin byrjaði við einmansleiki. Ranja Joensen vann 2-0 (15-13, 15-7) á Iðunn Jakobsdóttir, men eins væl gekk ikki hjá Rúna Øster, sum tapti 2-0 fyri Gustav Nilsson.

Í tvímansleiki tryggjaðu Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj Føroyum 2-1 leiðslu við 2-0 (15-8, 15-10) sigri á Hrafnhildur Eddu Ingvarsdóttir og Arnu Karen Jóhannsdóttir, áðrenn Árant á Mýruni og Jónas Djurhuus máttu lúta ímóti íslendska mansparinum.

So var spenningur undan blandaðum tvímansleiki, og tá Rúni Øster og Miriam í Grótinum taptu fyrsta setti 15-11, stóð illa til. Men tey hildu høvdið kalt, vunnu tey bæði næstu settini 15-8 og 15-10, og so var 2-1 sigurin veruleiki. 

Fyrsta plássið í bólkinum merkir, at Føroyar skulu møta Malta í fjórðingsfinaluni seinnapartin. Malta endaði á øðrum plássi aftanfyri Grønland í sínum bólki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793