Miðskeiðisval í USA í dag

Miðskeiðisval í USA í dag
Republikanarar hava meirilutan í báðum kømrum í kongressini, men seinastu veljarakanningarnar vísa, at demokratarnir fáa meiriluta í umboðsmannatinginum
Í Alaska vóru tey longu á vali í gjár.
Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2026 - 07:55

Miðskeiðisval er í USA í dag, har limir í tey bæði kømrini í kongressini, umboðsmannatingið og senatið, skulu veljast.

Valhølini í teimum 50 statunum lata ikki upp samstundis. Fyrstu valhølini lata upp fyrrapartin, føroyska tíð, og seinastu valhølini lata aftur í morgin ári.

Republikanarar hava í løtuni meiriluta í báðum kømrunum, men sambært nýggjastu veljarakanningum fara demokratarnir at fáa meiriluta í umboðsmannatinginum.

Fyri at hava meiriluta í umboðsmannatinginum, sum hevur til samans 435 sessir, skal ein flokkur hava 218 sessir.

Í løtuni væntast demokratarnir at fáa 241 sessir, vísir Real Clear Politics, sum tekur støði í øllum veljarakanningum í USA, skrivar danska TV2.

Eisini í senatinum væntast demokratarnir at fáa ein tepran meiriluta. Í senatinum eru 100 umboð, og ein triðingur av senatinum skal veljast í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592