- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ættarliðsskifti í Washington

Sigurin hjá demokratiska flokkinum á miðskeiðisvalinum í USA í nátt merkir eisini, at eitt ættarliðsskifti nú verður í Washington.
Fyri valið var miðalaldurin á amerikansku senatorunum 64 ár, og í Umboðsmannatinginum var miðalaldurin 58 ár. Men nú fer miðalaldurin nógv niður.
Millum størstu sigursharrarnar í nátt vóru 37 ára gamli James Talarico úr Texas, 41 ára gamli Abdul El-Sayed úr Michigan, 46 ára gamli Chris Pappas úr New Hampshire, og 39 ára gamli Jon Ossoff úr Georgia. Ossoff varð afturvaldur, men hinir tríggir eru nývaldir.
James Talarico er nývaldur senatorur í Texas. (Mynd: Brandon Bell/AFP/Ritzau Scanpix)
Vildu ikki hava pening
Lise Rakner, sum er professari í politikki og umsitingin við lærda háskúlan í Bergen, sigur við NRK, at ein orsøk til, at tað hevur gingið so væl hjá ungu valevnunum er, at tey hava sagt nei takk til at fáa pengar frá stórum áhugabólkum og -felagsskapum.
Hon vísir á, at ungu valevnini ikki hava havt sama tætta samband við áhugabólkar og vinnulívið, sum gomlu valevnini høvdu, og at tað hevur gjørt stóran mun.
Eitt nú hevur ein av heimsins ríkastu monnum, Elon Musk, sett nógvar pengar í valstríðið hjá Republikanarunum, men hetta sær út til at hava givið baksláttur, tí veljararnir vilja ikki, at nakar skal kunna keypa eitt val, sigur Lise Rakner, professari í politikki og umsiting, við NRK.


























