- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg ávarar um dating-appir

PST kemur við tilmæli ... ella heldur frámæli um dating-lív á appum. Trygdartænastan mælir politikarum frá at brúka Tinder, Hinge og Grindr, siga keldur við Dagens Næringsliv.
Halvard Ingebrigtsen, stápsleiðari á norsku forsætisráðharraskrivstovuni, hevur borið boðini, har heitt verður á ráðharrar, aðalstjórar og politiskar ráðgevar um ikki at brúka dating-appir.
- Vit fyglja trygdarráðgevingini, sum vit fáa frá trygdarløgregluni. Tað er ikki natúrligt at fara í smálutir um innihaldið í hesum, sigur aðalstjórin í forsætismálráðnum, Bhanuja Rasiah, í skrivligum boðum til Dagens nyheter.
Sambært tí, sum miðilin hevur fingið at vita, hava fleiri aðalstjórar havt vangamynd á Tinder, Hinge ella Grindr.
- PST gevur yvirskipað ráð um, hvat fólk við myndugleika skulu vera tilvitað um, tá tey eru á netinum. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum eru virkin á dating-appum, skrivar seniorráðgevin hjá PST, Martin Bernsen, í viðmerking til Dagens nyheter.



























