- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja, at politikarar lurta eftir fólkinum

Ónøgdin snýr seg nógv um, at politikarar ikki lurta eftir fólkinum. Juulut Jeremiassen, sum skipar fyri tiltakinum, vísur á, at tað er dýrt at liva og dýrt at leiga sær bústað.
Fleiri politikarar vóru við í mótmælisgonguni, men ikki stjórnarleiðarin Jens Frederik Nielsen, og tað var eisini viðmerkt í røðunum.
Tað, sum mótmælisfólkini serliga eru er ónøgd um, er tingfundurin hósdagin, har misálit varð reist bæði á Jens-Frederik Nielsen, stjórnarleiðara, og Nivi Olsen, ráðharra fyri útbúgving, mentan, ítrótt og kirkju.
- Vit hava í seinastu hoyrt nøkur harmilig orðaskifti í inatsisartut, grønlendska tinginum, har politikarar skuldseta hvønn annan uppá skift. Tað ørkymlar meg almikið, segði Juulut Jeremiassen, sum eisini heldur, at tað kemur ov lítið burturúr í tinginum, og at ráðharrar og tinglimir ferðast ov nógv og ikki røkja sítt arbeiði.
Nivi Olsen, ráðharri, fekk orðið á mótmælistiltakinum, og hon svaraði atfinningunum og segði, at Jens Frederik Nielsen er burturstaddur, - tí hann hevur verið á vitjan í Jujalleq kommunu. Meðan ráðharri tosaði rópti fjøldin 'Nú er nóg mikið', og at tey krevja val verður útskrivað, skrivar grønlendska kringvarpið.


























