Nýtt fólkaskúlaráð veljast

Nýtt fólkaskúlaráð veljast
Nýggja ráðið skal m.a. gera álit og tilmæli út frá seinastu Pisa-kanningini
Høvuðsarbeiðssetningurin hjá fólkaskúlaráðnum er m.a. at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum
 
05.02.2014 - 14:45

Fólkaskúlaráðið skal veljast av nýggjum. 

Høvuðsarbeiðssetningurin hjá fólkaskúlaráðnum er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum og vera ein virkin liður í at ummæla, eftirmeta og at gera tilmæli um neyðugar broytingar á fólkaskúlaøkinum.

Fólkaskúlaráðið hevur síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið, førleikastovur og forskúla. Ráðið situr trý ár í senn, og 1. februar var tíðin farin hjá teimum, ið hava mannað ráðið seinastu trý árini. 

Pisa-kanning

Nýtt fólkaskúlaráð verður sett í vár, upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og ein av fyrstu uppgávunum, ráðið fær, verður at gera eitt álit og tilmæli út frá seinastu Pisa-kanningini.

Hesa hava mannað fólkaskúlaráðið: Karolina Matras, forkvinna, Marjun Ziskason, skrivari, Jenny Lydersen, samskipari, Andrass Henriksen, Jónleif Johannesen, Hans Jón Juul Thomsen, Mai Laksafoss Simonsen, Jákup Eli S. Olsen, Tonnie Strøm og Mannbjørn Olsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303