Fiskamarknaðurin sigur trimum fólkum úr starvi

Fiskamarknaðurin sigur trimum fólkum úr starvi
Tað er neyðugt, fyri at laga virksemið til minkandi fiskiskapin eftir hvítfiski, sum er tann lægsti í 20 ár, sigur stjórin
 
12.02.2014 - 13:08

Fiskamarknaðurin lagar seg til umstøðurnar og sigur trimum fólkum úr starvi, verður sagt í tíðindaskrivi.

Fiskiskapurin eftir hvítfiski er minkaður nógv seinastu árini og er nú tann lægsti í 20 ár.

Harafturat er bygnaðurin í fiskivinnuni eisini broyttur og hetta hevur ávirkað mátan feskur fiskur verður keyptur og seldur uppá.

 

Støðan nógv broytt

 

Tað eru í dag færri virkir og færri fiskibátar í drift enn fyri nøkrum árum síðani. 

Tað vil siga, at bæði talið av fiskakeyparum og fiskaseljarum er minkað.

Harafturat eru fiski- og framleiðslueindirnar blivnar størri, og í fleiri førum hoyra skip og virkir saman.

Alt hetta ger, at sølan um uppboðssøluna er minkað so nógv, at neyðugt er at gera stórar sparingar.

Hetta hevur við sær, at 3 fólk í dag eru søgd úr starvi á Fiskamarknaðinum.

 

Uppboðssølan heldur fram

 

Ætlanin er tó at uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum skal halda fram.

Ringt er at spáa um framtíðina, og eingin veit hvussu verður við fiskiskapinum eftir hvítfiski við Føroyar.

Fiskiskapurin hevur altíð verið svingandi, til tíðir góður og til tíðir hevur verið fiskaloysið.

Tað er eingin ivi um, at fiskiskapurin fer at taka seg upp aftur, men spurningur er bert nær.

 

Má brúkast meir

 

Viðvíkjandi framtíðini hjá uppboðssøluni er neyðugt at staðfesta, at um uppboðssøluni skal verða lív lagað, er neyðugt at fiskaseljarar standa saman og tryggja framtíðina hjá Fiskamarknaðinum og tað gerst bert við, at vinnan brúkar uppboðssøluna.

Vónað verður, at fleiri skip og bátar í framtíðini velja at selja sín fisk um uppboðssøluna, og á henda hátt tryggja rættan marknaðarprís fyri fiskin.

Somuleiðis vil hetta eisini tryggja, at fiskurin verður bjóðaður út til allar fiskakeyparar í Føroyum, skrivar stjórin, Jens Chr. Olsen í tíðindaskrivinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162