Uppreistrarmenn handtiknir í CAR

Uppreistrarmenn handtiknir í CAR
Umboð fyri stjórnina í Miðafrikanska lýðveldinum, CAR, siga í dag, at 11 uppreistrarhermenn eru handtiknir og settir í fongsul í høvuðsstaðnum.
 
18.02.2014 - 14:15

Vápnaðu uppreistrarmenninir vórðu handtiknir í einum avvápnaðar átaki, sum stjórnin skipaði fyri leygardagin. Hetta eru fyrstu handtøkurnar, sum stjórnin við Catherine Samba-Panza, hevur framt.

Isabelle Gaudeuille, løgmálaráðharri, noktar at upplýsa, hvørjir handtiknu uppreistrarmenninir eru, og hvørjar ákærur verða reistar móti teimum. Jean-Pierre Sadou, limur í "African peacekeeping-mission" sigur, at millum teir handtiknu eru anti-Balaka-leiðarar.

Anti-Balaka-militsin eru hálvvápnaðir uppreistrarmenn, sum fyri tað mesta hoyra til kristnar bólkar í landinum. Teir hava seinastu tíðina verið skuldsettir fyri at hava dripið muslimar frá hond. Anti-Balaka-militsin varð sett á stovn eftir at muslimskir Seleka-uppreistrarbólkar í longri tíð høvdu gjørt seg inn á - og dripið kristin frá hond - tað gjørdu teir millum annað til fyri umleið einum ári síðan.

Kelda: AP/The Washington Post

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523