Trý mótmælisfólk deyð í Kiev

Trý mótmælisfólk deyð í Kiev
Keldur hjá mótmælisfólkunum í høvuðsstaðinum í Ukreina, Kiev, siga, at trý mótmælisfólk eru deyð í bardøgum í miðbýnum í Kiev í dag.
Bardagar í miðbýnum í ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev, hava í dag kravt trý mannalív, og 150 fólk eru løstað.
 
18.02.2014 - 14:47

Tað eru millum annað AFP og Sky News, sum bera tíðindini um hørðu bardagarnar í Kiev í dag. Tey hava tíðindini frá heilsustarvsfólkum hjá mótmælisfólkunum.

Ein limur í ukrainska tinginum sigur á Facebook, sambært norska blaðnum VG, at trý lík liggja í einum húsum tætt við tjóðartingið í miðbýnum.

Løgregla og mótmælisfólk løstað

Ukreinska innanríkisráðið sigur í dag, at 37 løgreglufólk hava fingið skaða í samanbrestunum.

Fyrr í dag lupu stuðlar hjá andstøðuni á høvuðssætið hjá Viktor Janukovitsj, forseta, við bensinbumbum - sonevndum molovtovkokteylum. Fleiri hundrað fólk vóru við í álopunum, har rútar vórðu knústir.

Sambært AFP eru 150 mótmælisfólk løstað í samanbrestum við løgregluna. Eini 30 fólk hava fingið skaðar í høvdið. Ein av andstøðuleiðarunum, Vitalij Klitsjko, heitir á Janokovitsj at taka løgregluna aftur úr gøtunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730