Kunnu taka gjald fyri heimasjúkrarøkt

Kunnu taka gjald fyri heimasjúkrarøkt
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rópar varskó, tí ókeypis heimasjúkrarøktin verður strikað, og kommunurnar fáa ístaðin heimild
Óluva í Gong er forkvinna fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
 
27.02.2014 - 09:52

- Broytingin, sum politikararnir ikki tosa hart um, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri vanliga borgaran.

Tað sigur forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong í lesarabrævi, har hon ávarar um eina stóra broyting, sum er á veg í heimasjúkrarøktini.

Hon harmast um, at alt orðaskiftið snýr seg um "at leggja eldraøkið út til kommunurnar", tí tær týdningarmestu broytingarnar  verða ikki umrøddar, - nevniliga, at kommunurnar fáa heimild at taka brúkaragjald fyri tænastur, ið hava verið ókeypis fyri øll.

Kunngerðir verða strikaðar

Óluva í Gong sigur, at størsta broytingin fyri sjúkrarøktina er, at lógin um heimasjúkrarøktartænastuna og kunngerðirnar, ið hoyra til lógina, verða strikaðar.

Tað hevur við sær, at § 1 í kunngerð um heimasjúkrasystratænastuna, sum sigur at "heimasjúkrasystratænastan fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum", og at "heimasjúkrarøkt verður veitt ókeypis", hvørvur. Ístaðin kemur § 18 í nýggju lógini, har tað stendur í stk. 1, at kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænasturnar, og at landsstyrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur um gjald eftir stk. 1.

- Hetta er ikki nakað, sum politikararnir tosa hart um, men hendan orðing kann fáa álvarsligar avleiðingarr fyri vanliga borgaran, ávarar Óluva í Gong.

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558