Obama stúrin um støðuna á Krim

Obama stúrin um støðuna á Krim
Amerikanski forsetin er óttafullur um støðuna í Ukraina, eftir at væl mannaðar russiskar herdeildir eru komnar í land í Krim-landslutinum
 
01.03.2014 - 09:33
Amerikanski forsetin sigur avgjørdur, at russiska virksemið er brot á altjóða lóg og eisini brot á skyldurnar, Russland hevur mótvegis Ukraina.
 
Barack Obama hevur áður sagt, at hann hevur stórt álit á fyribilsstjórnini í Ukraina.
 
Nú hevur leiðarin fyri Krim-landslutin biðið russiska forsetan Vladimir Putin um hjálp. Svarið úr Moskva er, at russiska stjórnin fer at viðgera umbønina.
 
Ukrainski verjumálaráðharrin sigur, at Russland hevur sent 6000 hermenn til Ukraina. Samstundis segði hann, at ukrainski herurin er til reiðar at verja landið, skrivar Reuters.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065