G7 fordøma Russland

G7 fordøma Russland
Øll samstarvslondini hjá Russlandi í G8 fordøma, at Russland ger seg inn á sjálvstýrið hjá Ukreina
 
03.03.2014 - 07:36

Leiðararnir í heimsins førandi ídnaðarlondum fordøma, at Russland hevur sent hermegi inn í Ukraina. Og tey sjey londini avlýsa allar fyrireikingar og alt virksemið í sambandi við næsta toppfundin hjá G8 londunum, sum skal verða í Russlandi í juni. Hetta hendir eftir at Russland hevur sent herfólk á ukrainsku hálvoynna, Krimm. 

Í eini felags fráboðan siga leiðararnir  í Kanada, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Japan, Stóra Bretlandi og USA saman við formanninum í ES-Ráðnum og ES-kommissjónini, seg fordøma at Russland ger seg inn á sjálvstýrið hjá Ukraina. - Vit hava higartil avgjørt, at vit luttaka ikki í fyrireikingunum til næsta G8 toppfundin í Sochi í juni, siga tey sjey londini í fráboðanini. 

Og amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry hevur sagt, at Russland setur sín limaskap í G8 í váða og kann verða hildið uttanfyri.

Mett verður, at støðan í Ukraina kann hava við sær størstu uppgerðina við Russland, síðani kalda kríggið, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956