Julia Timosjenko stillar upp til forsetaval

Julia Timosjenko stillar upp til forsetaval
Fyrrverandi forsætisráðharrin, Julia Timosjenko, váttar, at hon stillar upp til forsetavalið í Ukraina, ið verður um tveir mánaðir
Julia Timosjenko, fyrrverandi forsætisráðharri í Ukraina, stillar upp til forsetavalið, ið ætlandi verður 25. mai
Mynd: AP  
 
27.03.2014 - 21:45

Julia Timesjenko varð leyslatin úr fongsli í februar mánað, eftir at hava sitið fongslað seinastu trý árini. Nú er hon til reiðar at taka við forsetaembætinum í landinum.

Forsetaval verður í Ukraina 25. mai. Julia Timosjenko sigur, at eitt av fremstu málum hennara, um hon verður forseti, er, at sameina Ukraina eftir ófriðin seinastu mánaðirnar.

- Eg havi vunnið mær rættindi, ið gera meg vælegnaða at gerast tann næsti forsetin í Ukraina, tí eg havi stríðst ímóti mutri og rotinskapi, sigur Julia Timonsjenko við fjølmiðlar.

Julia Timosjenko hevur í tveimum umførum verið forsætisráðharri í Ukraina. Í 2010 stillaði hon eisini upp til forsetavalið í landinum, men tapti tepurt til Viktor Janukovitsj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844