Fleiri spurningar um Anitu

Fleiri spurningar um Anitu
Talan er um skrivligar fyrispurningar til fleiri landsstýrismenn
 
09.04.2014 - 11:09

Gunnvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismonnunum Johan Dahl, Jacobi Vestergaard og Jørgeni Niclasen fyrispurningar um garnaskipið Anitu.

Gunvør Balle spyr Johan Dahl, hví Sjóvinnustýrið ikki gav Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna, tá ein av manningini fór fyri borð og ikki spurdist aftur, hóast lógin um trygd á sjónum heimilar Sjóvinnustýrinum at gera tað.

Hon spyr eisini Johan Dahl, um Sjóvinnustýrið ikki hevur skyldu til at fremja eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi lúka krøv um trygd umborð.

Johan Dahl verður eisini biðin um at svara, um hann heldur, at trygdin umborð á Anitu var í lagi.

Gunvør Balle spyr Jacob Vestergaard, um Anita hevði undantaksloyvi at lata gørnini standa longur enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er tað longsta, tey kunnu standa, og um tað fær nakrar avleiðingar fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið, at gørnini hava staðið so leingi.

Jørgen Niclasen verður m.a. spurdur, hvør tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manningini á Anitu, og um nakar eftirlitsmyndugleiki kann tryggja, at manningin fær sína hýru.

Allir tríggir spurningarnir eru settir eftir grein 52 í tingskipanini, og teir skulu svarast skrivliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491