Støðan spent í Ukraina

Støðan spent í Ukraina
Einasta loysn eru samráðingar ella vald, sigur innanríkisráðharrin
 
09.04.2014 - 11:29

Tað eru tveir møguleikar: At samráðast ella at brúka vald.

Tað sigur ukrainski innanríkisráðharrin, Arsen Avakov, um støðuna har eysturi í landinum, har fólk, sum taka undir við Russlandi, hava tikið stjórnarbygningar í trimum stórum býum og krevja loysing.

Innanríkisráðharrin, sigur, at støðan í eystara parti av Ukraina verður loyst næstu 48 tímarnar.

Kreppan í Ukraina versnaði um vikuskiftið, tá fólk, sum eru í parti við Russlandi, tóku stjórnarbygningar í Donetsk, Lugansk og í næststørsta býnum í landinum, Kharkiv.

Tíðindafólk í Donetsk siga, at nógv bendir á, at tey, sum hava tikið stjórnarbygningin, bíða eftir, at ukrainar fara at leggja uppí og reka tey burtur.

Samstundis sum innanríkisráðharrin hevur sett evstamark, boðaði russiska uttanríkisráðið frá, at hvørki USA ella Ukraina skulu stúra fyri, at russar hava herfólk á markinum millum Russland og Ukraina.

Myndugleikarnir í Moskva vísa aftur, at ætlanir eru um at gera innrás í Ukraina.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur lagt Russland undir at hava eggjað til ófrið í eystara parti av Ukraina, so landið hevur eina umbering fyri at gera innrás í grannalandið.

Nato heldur, at Russland hevur 40.000 hermenn fram við ukrainska markinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498