Russland dubbar í Arktis

Russland dubbar í Arktis
Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur givið boð um at styrkja russisku hermegina, so hon er før fyri at verja russisk áhugamál við Norðpólin
 
26.04.2014 - 10:17

Putin hevur givið boð um at byggja nýggjar framkomnar kavbátar, og at fara undir aftur virksemi á gomlum herstøðum, sum eru niðurlagdar.
Á fundi í trygdarráðnum legði forsetin dent á, at russiskar gass- og oljuleiðingar í norðpólsøkinum skulu verjast ímóti yvirgangi og øðrum hóttanum.
- Øll trygdin skal skipast við venjingum sum verjumálaráðið skal skipa fyri, segði forsetin.
Rusland hevur økt munandi um sítt virksemi við norðpólin seinastu árini. M.a. setti ein lítil kavbátur russiska flaggið á havbotnin á norðpólinum í 2007.
Og í fjør gjørdi russiski herflotin fleiri kanningar, og segði seg millum annað at hava funnið eina nýggja oyggj við Frantz Josefs Land í íshavinum, eystanfyri Svalbard.
Umframt Danmark, so verður eisini roknað við, at bæði Kanada og Rusland fara at krevja yvirvaldsrættin yvir norðpólinum.
Tað verður havrættarnevndin hjá ST sum fær seinasta orðið í tí spurninginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166