Stýrið fyri Kommunufelagið vil byggja høvuðssæti

Stýrið fyri Kommunufelagið vil byggja høvuðssæti
Felagnum stendur í boði at keypa eitt grundstykki við Konmansmýru í Havn - við síðuna av komandi høvuðsbygninginum hjá BankNordik
Bygningurin skal verða 650 m2, og er mettur at kosta 15 miljónir krónur
 
04.05.2014 - 17:33

Eftir at Kommunusamskipanin og Kommunufelagið um ársskiftið vórðu løgd saman í eitt Kommunufelag, og Barnaverndarstovan og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdust samanrunnin partur av felagnum, er samalaða starvfólkatalið hjá felagnum økt.

Tey 12 starvsfólkini rúmast ikki í bygnininum nú. 

Nýggi bygningurin skal verða 650 fermetrar, og er mettur at kosta 15 miljónir krónur. 

Eingin lántøka

Stýrið í Kommunufelagnum mælir til, at bygningurin verður fíggjaður uttan lántøku, men í staðin verður goldin við limagjaldinum, sum kommunurnar skulu rinda í 2015 og 2016.

Ognirnar hjá gamla Føroya Kommunufelag verða uppgjørdar og útgoldnar limakommunum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037