Erland fyribils leiðari á Fornminnissavninum

Erland fyribils leiðari á Fornminnissavninum
Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið skulu samstarva meiri, sigur Erand Viberg Joensen
 
06.05.2014 - 08:29

Nýggjur leiðari er settur á Fornminnisavninum - tó fyribils bara í eitt ár. 

Tað er Erland Viberg Joensen, søgu- og fólkalívsfrøðingur, sum síðani 2009 hevur starvast sum savnsvørður á Fornminnisavninum. Fyrrverandi leiðarin á fornminnissavninum, Símun Arge, er vorðin fornfrøðiligur ráðgevi á Fornminnissavninum, og fer at granska.

Søvn Landsins

Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin vóru í 2011 løgd undir eina leiðslu, tá stovnurin Søvn Landsins var skipaður. Endamálið við samanleggingini var at smalka leiðslubygnaðin, og at søvnini skulu samstarva meira.

Meiri samstarv

Erland Viberg Joensen varð í fjør settur at gera eina felags framsýning við lutunum hjá Fornminnisavninum og Náttúrugripasavninum í hølunum í Brekkuntúni, har Fornminnissavnið higartil einsamalt hevur hildið til. Hann sigur, at ætlanin er, at Fornminnisavnið og Náttúrugripasavnið skulu samstarva meiri. Erland Viberg Joensen ætlar sær at byrja tíðina í leiðslusessinum við at fáa eitt yvirlit yvir, hvørjum standi lutirnir á savninum eru í. Dentur skal eisini leggjast á arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519