Lærari dømdur fýra mánaðar fongsul

Lærari dømdur fýra mánaðar fongsul
Tveir mánaðir eru tó treytaðir, og maðurin missir ikki rættin at arbeiða sum lærari
Maðurin varð frídømdur fyri at missa rættin at arbeiða sum lærari

09.05.2014 - 13:21

Føroya rættur hevur dømt ein 41 ára gamlan fólkaskúlalærara fýra mánaðar fongsul fyri kynsligan ágang móti eini gentu, sum hann var lærari hjá. Tveir mánaðir eru tó treytaðir.

Sambært ákæruritinum skuldi maðurin í minsta lagi tvær ferðir hava nomið við gentuna og í minsta lagi eina ferð hava roynt at fingið gentuna at nema við seg.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/01/29/logreglan-kannar-mal-um-kynsliga-misnyt...øgreglan kannar mál um kynsliga misnýtslu í skúla

Sambært ákæruritinum byrjaði kynsligi ágangurin í desembermánaði í 2008, tá gentan var 13 ára gomul. Maðurin skal eisini rinda gentuni 20.000 krónur í endurgjaldi.

Ákæruvaldið kravdi, at maðurin skuldi missa rættin at arbeiða sum lærari. Men dómarin fríkendi mannin í hesum, tí maðurin hevur seinastu fimm árini, - altso síðani hendingina í 2008, verið lærari uttan líknandi støður hava tikið seg upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672