Mubarak dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri mutur

Mubarak dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri mutur
Tveir synir Mubarak, fyrrverandi egyptiskan forseta, Alaa og Gamal, eru dømdir fýra ára fongsul fyri at hava stolið almennar ognir
Hosni Mubarak, fyrrverandi egyptiskur forseti, er dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri mutur
Mynd: AP  
 
21.05.2014 - 17:51

86 ára gamli Hosni Mubarak er eisini ákærdur fyri ikki at hava roynt at forða fyri, at fleiri enn 800 mótmælisfólk lótu lív í uppreistrinum, sum noyddi Mubarak at leggja frá sær í 2011. Hetta rættarmálið er ikki liðugt.

Hosni Mubarak er sjúkur, og hann er fleiri ferðir komin á rættarfund á børu. Mubarak hevur verið í húsavarðhaldi á einum sjúkrahúsi í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo síðani august í fjør, tá hann varð latin leysur úr fongslinum.

Hosni Mubarak var forseti í Egyptalandi í 30 ár - frá 1981 til 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659