Valið til Evropatingið byrjað

Valið til Evropatingið byrjað
Valhølini í Bretlandi og Hollandi lótu upp í morgun. Veljast skulu 751 tingfólk, sum skulu umboða yvir 500 milliónir fólk í ES-londunum
Geert Wilders, formaður í Frælsisflokkinum, hevur - undan valinum til Evropatingið í dag - fingið øði í fólk, tí hann heldur, at Holland eigur at avmarka talið á innflytarum úr Marokko
Mynd: AP  
 
22.05.2014 - 13:35

<p>Í morgin verður val í Írlandi og Kekkia, meðan veljararnir í Letlandi og á Malta fara at velja leygardagin. Sunnudagin verður val til ES-tingið í hinum 21 limalondunum, millum annað Danmark.&nbsp;</p>

<p>ES-nevndin stúrir fyri, at úrslitið av valinum í Bretlandi og í Hollandi kann ávirka valið í hinum londunum, og tí verður úrslitið ikki almannakunngjørt, fyrr enn veljararnir í øllum londunum hava valt.</p>

<p>Holland hevur somu valskipan sum vit, og tí skal úrslitið almannakunngerast, so skjótt sum tey 9.000 valhølini hava latið aftur í kvøld. Fleiri av stóru bløðunum fylgja valinum, og tey siga seg fara at almannakunngera úrslitið so skjótt valið er av.</p>

<p>Spenningur er um valið í Bretlandi og Hollandi, tí í báðum londunum eru tað ES-mótstøðuflokkar, sum hava staðið seg best í veljarakanningunum. Endaliga úrslitið av valinum verður tøkt klokkan 11 sunnukvøldið.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775