Lagnufundur í Vinstra týsdagin

Lagnufundur í Vinstra týsdagin
Framtíðin hjá Lars Løkke Rasmussen sum formaður í Vinstraflokkinum verður viðgjørd á fundi týsdagin
 
01.06.2014 - 16:16

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen er í trongum skóm, og týsdagin verður greitt, um hann heldur fram sum formaður í Vinstra.

Hann hevur sjálvur kallað leiðsluna í flokkinum saman til fundar týsdagin, og á skránni verður penganýtsla hansara viðgjørd.

TV2 skrivar, at 132 fólk eru í leiðsluni hjá Vinstra, og tey skulu avgera lagnuna hjá formanninum. TV2 hevur tosað við 72 av teimum. 28 siga seg stuiðla Lars Løkke Rasmussen, 10 fara at mæla til at hann leggurt frá sær, og 34 fara at taka støðu á fundinum týsdagin.

Fleiri feløg hjá Vinstra í Jyllandi, sum hava umboð í kommununum boða nú alment frá, at tey ikki longur vilja stuðla Lars Løkke Rasmussen, og at hann eigur at leggja frá sær.

Stórt virksemi er kring alt Danmark í løtuni, bæði millum tey sum stuðla Lars Løkke Rasmussen og tey sum vilja hava hann at leggja frá sær, uppundir fundin týsdagin.
Hildið verður, at um Lars Løkke Rasmussen leggur frá sær, so verður Kristian Jensen nýggjur formaður í Vinstra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770