Barsilsskipanin: Fyrningarfreistin skal haldast

Barsilsskipanin: Fyrningarfreistin skal haldast
Grundarlag er ikki fyri at seta úr gildi vanligu fyrningarfreistina, sum er fimm ár, hjá fólki, ið halda seg hava fingið ov lítið frá skipanini

10.06.2014 - 12:10

Fólk, ið halda seg hava fingið ov lítið frá Barsilsskipanini í tíðarskeiðnum frá 6. desember í 2008 til 6. desember í fjør, eiga at gera vart við seg. Grundarlag er ikki fyri at seta úr gildi vanligu fyrningarfreistina, sum er fimm ár.

Barsilsskipanin hevur fyrisitið eftir bestu sannføring. Kærunevndin sigur ikki, at mannagongdin hjá Barsilsskipanini var skeiv.

Men ivi um, hvussu ein lóg skal tulkast, eigur at koma teimum, sum kærdu, til góðar. Tað sigur Vinnumálaráðið í einum uppriti, nú Kærunevndin hjá Barsilsskipanini hevur avgjørt, at fólk, sum vóru í barsilsfarloyvi styttri enn ein mánað, fingu ov lítið frá skipanini.

Vinnumálaráðið sigur, at avgerðin hjá Kærunevndini hjá Barsilskipanini er tikin til eftirtektar.

Vinnumálaráðið bað Løgtingið um lógarbroyting

Barsilsskipanin skal av sínum eintingum taka mál í tíðarskeiðnum 6. desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, til og við 23. mai í ár, tá lógin varð broytt, upp til nýggja viðgerð og gjalda munin millum tað, sum fólk fingu, og tað, sum tey áttu at fáa í barsilspengum.

Fyrningarfreistin er tann vanliga, fimm ár, so Barsilsskipanin skal fara aftur til 6. desember í 2008 og viðgera mál av nýggjum, men bara, um fólk biðja um tað.

Tá Vinnumálaráðið frætti um avgerðina hjá Kærunevndini, bað tað løgtingið broyta lógina, so eingin ivi eigur at vera um, at lógin skal tulkast soleiðis, sum Barsilsskipanin gjørdi. Sum Vinnumálaráðið sigur í sínum uppriti: praksis hjá Barsilsskipanini er legaliserað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290