Hundar kunnu ganga leysir í ávísum bygdum

Hundar kunnu ganga leysir í ávísum bygdum
Undantøk verða gjørd í kunngerðini, sum kom í gildi hósdagin

23.06.2014 - 08:49

Hundar í Árnafirði, Svínoy, Mikladali og á Trøllanesi sleppa framvegis at ganga leysir, hóast ein kunngerð, sum kom í gildi hósdagin, krevur, at hundar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í bandi.

Kunngerðin er eisini galdandi í Tórshavnar kommunu, men har er eingin bygd undantíkin kravinum um, at hundar skulu vera í bandi á økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal sambært kunngerðini vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.

Fáa bót

Tey, sum bróta kunngerðina, fáa bót.

Kunngerðin, sum nú er lýst, er galdandi fyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 2003 um hundar í Tórshavnar kommunu og Kirkjubøar kommunu. Nú er Kirkjubøur í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862