Sigur seg hava vunnið forsetavalið í Afganistan

Sigur seg hava vunnið forsetavalið í Afganistan
Forsetavalevnið Abdullah Abdullah sigur seg hava vunnið, men fyribils hevur eitt mótvalevni fleiri atkvøður.
Enn er óvist, hvør fer at avloysa Hamid Karzai, forseta
Mynd: Savnsmynd  
 
08.07.2014 - 11:31

Forseta-valevnið Abdullah Abdullah sigur seg hava vunnið forsetavalið í Afganistan, sum varð hildið í juni mánað. Tó vísa fyribils úrslit, nú upptalt verður, at mótvalevnið Ashraf Ghani er á odda.

Abdullah Abdullah segði í eini røðu fyri viðhaldsfólki, at valið var merkt av sviki.

Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry hevur fyrr ávarað ímóti, at okkurt av valevnunum ella onkur politiskur flokkur sær sær ein møguleika at taka valdið, og sagt verður um Abdullah Abdullah, at hann er ein teirra, ið skal hava slíkar ætlanir.

Meðan spenningur er um úrslitið av forsetavalinum, er ein bumba brostin uttanfyri høvuðsstaðin Kabul. Sekstan fólk doyðu - teirra millum fýra Nato hermenn.

Trý sivilfólk og tveir løgreglumenn hava latið lív í einum álopi nærhendis Bagram, har USA hevur størstu hermannalegu sína í Afganistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650