Grundlógaravhoyring um illgrunasaman deyða

Grundlógaravhoyring um illgrunasaman deyða
Klokkan hálvgum ellivu verður grundlógaravhoyring í Føroya rætti í málinum um illgrunasaman deyða í Hvalba
Politiið hevur avbyrgt eini sethús í Hvalba, meðan kanningararbeiðið er
 
10.08.2014 - 09:44

Politiið fekk klokkan eitt korter til tólv í gjár fráboðan um eitt deytt fólk í Hvalba. 
Tá politiið kom á staðið, varð staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður. 
Politiið kannar nú málið sum illgrunasaman deyða.

Tveir menn handtiknir
Beint fyri klokkan trý í gjár boðaði politiið frá, at tveir menn, annar er 23 ára gamal og hin 39, vóru tiknir í sambandi við málið. 
Deyði maðurin varð funnin í einum sethúsum í Hvalba, sum politiið hevur avbyrgt, meðan umstøðurnar har verða kannaðar.
Politiið vil ikki upplýsa meira um málið. Men í tíðindunum klokkan tvey hava vit samrøðu við Jón Klein Olsen, kanningarleiðara.

Vil politiið hava fólk, sum eru handtikin, varðshaldsfongslað, skulu tey fyri ein dómara, tey skulu í grundlógaravhoyring, áðrenn 24 tímar eru lidnir síðani handtøkuna. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112