Ófriður tikið seg upp í amerikonskum býi

Ófriður tikið seg upp í amerikonskum býi
Ófriður og samanbrestir eru millum mótmælisfólk og løgreglu í amerikanska býnum Ferguson í statinum Missouri eftir at løgreglan skeyt ein tannáring
Ófriður hevur tikið seg upp í amerikanska býnum Ferguson, eftir at løgreglan í býnum fyri viku síðan skeyt ein 18 ára gamlan mann
Mynd: AP  
 
16.08.2014 - 09:58

Samanbrestirnir koma í kjalarvørrinum á eini hending seinasta vikuskifti, tá løgreglan í býnum skeyt ein tannáring, sum doyði av løstunum.

Brynjað løgreglulið koyra í gøtunum, og aðru náttina á rað hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgreglu, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Ymiskar frágreiðingar um hendingina

Handlar í býnum Ferguson eru rændir og løgreglan sæst mannsterk í vælvardum manningarvognum, í eini roynd at basa samanbrestunum í gøtunum.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan kendi seg noydda at skjóta 18 ára gamla drongin í sjálvverju. Sjónarváttar eru kortini ikki samdir.

Eitt vitni - ið fylgdist við 18 ára gamla manninum, ið løgreglan skeyt - sigur, at maðurin var verjuleysur, og at tað tískil ikki var neyðugt hjá løgregluni at skjóta mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283