USA lopið á mál hjá islamska felagsskapinum, IS

USA lopið á mál hjá islamska felagsskapinum, IS
Lopið var á mál við Sinjar-fjallið har norðuri í Irak og mál í útsynning úr Bagdad
 
16.09.2014 - 11:20

USA roynir at hjálpa Irak í bardaganum móti IS, men irakar hava funnist at USA, tí Irak verður ikki tikið upp á ráð. Ibrahim al-Jaafari, uttanríkisráðharri, sigur, at grannalandið Iran ikki varð boðið á toppfundin í París í gjár, har 26 lond samtyktu at fara í hernað móti IS.

Amerikanskin uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur fyrr víst aftur at hava Iran við í átakinum móti IS, tí Iran hevur í áratíggju verið millum ringasta fíggindar hjá USA. USA hevur síðani august lopið 162 ferðir á mál hjá IS í Irak. Frakland upplýsti eftir fund í gjár, at flogvápnið er farið at flúgva kanningarferður í Irak.

Amerikanska fregnartænastan CIA metir, at IS hevur millum 20.000 og 31.000 herfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155