Bretsk flogfør bumba nú eisini Islamiskan stat

Bretsk flogfør bumba nú eisini Islamiskan stat
Bretsk stríðsflogfør eru nú eisini farin at bumba støðir hjá Islamskum stati í Irak, upplýsir bretska verjumálaráðið
Bretsk stríðsflogfør eru nú eisini farin at bumba støðir hjá Islamskum stati í Irak
Mynd: AP

01.10.2014 - 11:08

- Eg kann vátta, at bretsk flogfør nú stuðla irakisku stjórnina í stríðnum ímóti Islamiskum stati í útnyðringspartinum av Irak, sigur bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon.

Tvey bretsk flogfør hava søkt at støðum hjá IS, har bretsku myndugleikarnir halda, at IS hevði tung vápn standandi. Teirra uppgáva var at stuðla kurdisku deildirnar sum stríðast ímóti IS, sigur verjumálaráðharrin.

SÍ EISINI Lupu á Islamiskan stat í nátt

Álopið eydnaðist væl, og bæði flogførini eru komin aftur til støðina á Kypros. Bretsku flogførini søktu at málunum fýra dagar eftir at bretska parlamentið góðkendi at senda bretsk flogfør at søkja at málum hjá IS.

Fólkatingið umrøður í løtuni eitt uppskot um at senda donsk F-16 flogfør at vera við í stríðnum ímóti IS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871